Aðalfundur 2009
Mánakvøldið 16. mars 2009 kl. 19.00 hevur Felagið Føroysk Tónaskøld aðalfund í Pætursastovu.
Skrá sambart reglugerðini. Úr reglugerðini: § 4 Aðalfundur verður hildin eina ferð árliga - á vári.
Aðalfundurin skal fráboðast alment í minsta lagi 14 dagar frammanundan.
Skráin fyri aðalfundin skal fevna um: 1. Velja fundarstjóra. 2. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári. 3. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi. 4. Velja stjórn. 5. Velja grannskoðara. 6. Ásetan av limagjald. 7. Viðgerða innkomin uppskot. 8. Ymiskt.



