Heystframsýningin - Aldubáran konsert
So er Aldubáran aftur in action. Sunnudagin 26. september kl. 17.00 er konsert í samband við Heystframsýningina.
Sjálv framsýningin byrjar leygardagin og dagin eftir, fer Aldubáran at framføra tónleik í stóru høllini. Høllin hevur framúr ljómburð, so sera væl egnað til smærri samansetingar og solo ljóðføri. Júst sovorðin tónleikur er at hoyra. Á skránni er føroyskur tónleikur eftir m.a. Atla K Petersen og Kára Bæk.
Tónleikararnir, ið framføra eru: Andrea Heindriksdóttir, floyta – Christina Andersen, fagott – Ólavur Olsen, trompet – Sámal Petersen, violin.
Innan og eftir konsertina býðst høvið, at skoða listarverkini, ið eru á hesi Heystframsýningini.
Konsertin er sunnudagin 26. september kl. 17.00 í listahøllini á Tórshavnar Skipasmiðju, á Rundingi, og varir í slakan tíma.



