The association was founded on the 14th of November 1987.
The purposes of the association are to nurture the interests of Faroese composers, to protect their rights and to actively seek to improve the composers' artistic and financial circumstances.

 

Opera: Í Óðamansgarði

Fyri fullum húsum varð Føroya fyrsta opera frumsýnd í Reykjavík í gjárkvøldið. Undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, varð opera Sunleif Rasmussens ‘Í Óðamansgarði’ framførd á tjóðpalli íslendinga. 
– Tað var sjáldsamt at hoyra íslendingar syngja føroyskt, segði Heðin Mortensen borgarstjóri, ið var millum innbodnu gestirnar, nú Listahátíð er í íslendska høvuðsstaðnum.  
Libretto’in, ið er teksturin í opera, varð vístur upp á veggin, so øll kundi fylgja við.  
Tað er Dánjal Hoydal, ið hevur skrivað tekstin, ið byggir á søguna hjá Williami Heinesen um Marselius og Stellu Kristinu, sum í broytingarárunum møtast á fremmandari grund – í garðinum hjá einum óðum manni í Havn.  
Millum gestirnar til føroysku frumframførsluna á íslendska Tjóðpallinum vóru Ólafur Ragnar Grímsson, forseti Íslands og Katrín Jákupsdóttir, ráðharri Íslands við undirvísingar-, granskingar- og mentamálum.